SHARE – 50+ í Evropa
Evropearar eldast. Livialdurin verður alsamt hægri, samstundis sum færri børn verða fødd. Tað er avbjóðing, sum krevur vitan um, hvussu orkan hjá tí einstaka og samfelagnum sum heild verður nýtt til at fremja góð ellisár.
SHARE – Survey of Health, Ageing and Retirement in Europe, sum danir nevna “50+ i Europa”, er stór verkætlan við stuðli úr m.a. FP7. SHARE verkætlanin byrjaði í 2004 við 11 evropeiskum luttakaralondum. Síðan tá er verkætlanin víðkað til eisini at fevna um fleiri eysturevropeisk lond.
Kannað verður, hvussu evropearar, eldri enn 50 ár, liva í teimum ymisku londunum. Í verkætlanini verður lívsgongdin hjá evropearum kannað, og upplýsingar um heilsu-, sosial- og fíggjarviðurskifti savnaðar. Upplýsingar verða savnaðar um sama menniskja gjøgnum longri tíð, meðan tað eldist og verður ávirkað av møguleikum og avleiðingum, sum eru fylgjur av, at viðkomandi er komin upp í árini.
Kanningin vísir, at virkin ellisár sermerkja norðurevropeisku londini og at sjálvboðið arbeiðið gagnar øllum pørtum. T.d. vil ein vitjunarvinur, ein sum sjálvboðin vitjar eitt annað eldri menniskja, hava gott av vitjanini og tann, sum fær vitjan, fær tað eisini betri. Harumframt fær samfelagið gagn av slíkum vitjanum, tí lætt verður um byrðuna hjá almenna heilsuverkinum.
Dátur, sum higartil eru savnaðar inn í SHARE kanningini, geva hagtøl og til ber at samanbera londini. Vitan verður fingin til vega um, hvussu tey eldru í Evropa hava tað, og londini kunnu læra av hvørjum øðrum. Kanningin tekur tíð og tí er SHARE verkætlanin áhaldandi.
Úr Danmark luttekur Syddansk Universitet, sum m.a. hevði framløgu á ESOF undir heitinum “Gør livet mindre ondt, når man er fra Nordeuropa?” Les meira um granskingina á SDU her
Øll hava ókeypis atgongd til innsavnaða tilfarið í SHARE verkætlanini á www.share-project.org/