Setrið tilnevnt tríggjar heiðursdoktarar
Á almenna 50 ára haldinum hjá Fróðskaparsetrinum 20. mai vóru tríggir heiðursdoktarar tilnevndir. Teir tríggir eru Hanus Kamban, Jens-Kjeld Jensen og Petur Jacob Sigvardsen.
Í leiðreglunum fyri tilnevning av heiðursdoktarum er ásett, at faklig metingarnevnd skal meta um førleikar og avrik hjá tí, sum er í uppskoti til heiðursdoktaraheiti.
Hanus Kamban fekk heitið fyri sítt umfatandi ritverk við serligum denti á verkið um J.H.O Djurhuus. Í metingarnevndini vóru Turið Sigurðardóttir, professari á Fróðskaparsetrinum, Jürg Glauser, professari á Universität Zürich, og Anne-Kari Skarðhamar, professari á Høgskolen i Oslo.
Jens-Kjeld Jensen fekk heitið fyri umfatandi innsavningararbeiði, gransking og útgávu um fjøltáttað evni í lívfrøði í Føroyum. Í metingarnevndini vóru Sven-Axel Bengtson, professari emeritus á Lunds Universitet, Ulf Gärdenfors, professari á Sveriges Landbruksuniversitet og Jostein Kjærandsen. fyrstiamanuensis á Universitetet i Tromsø.
Petur Jacob Sigvardsen fekk heitið fyri ritverkini Torvið í Føroyum, Gjáar søga og Hin heimurin. Í metingarnevndini vóru Jóan Pauli Joensen, professari á Fróðskaparsetrinum, Eyðun Andreassen, professari emeritus á Fróðskaparsetrinum og Erland Viberg Joensen, deildarleiðari á Søvnum Landsins.
Hetta er fyrsta tilnevning av heiðursdoktarum á Fróðskaparsetrinum síðani í 1990, tá Jóhannes av Skarði og Robert Joensen vóru tilnevndir heiðursdoktarar á 25 ára haldinum hjá stovninum.
Les um Hanus Kamban í Heilagrunninum
Les um Jens-Kjeld Jensen í Heilagrunninum
Les um Petur Jacob Sigvardsen í Heilagrunninum