Setrið fingið Horizon 2020 stuðul til ArcticHubs verkætlan
Søgu- og samfelagsdeildin á Fróðskaparsetrinum hevur fingið 1,2 milliónir úr Horizon 2020 at granska, hvussu globalar tilfeingisvinnur trýsta og ávirka samfeløg í Arktis.
Komandi fýra árini luttekur Søgu- og samfelagsdeildin í granskingarverkætlanini ArcticHubs. Endamálið við ArcticHubs er at eyðmerkja, kortleggja og kanna, hvørja ávirkan altjóða kappingin um at troyta náttúrutilfeingi í Arktis hevur á fólk og lokalsamfeløg í økinum, og millum annað at menna participatorisk amboð at nýta í stýring av hesum vinnum.
Tað eru fleiri enn 20 samstarvspartar í verkætlanini, sum er leidd av stovninum LUKE í Finnlandi. Verkætlanin fer í gongd í august 2020 og fyri føroyska partinum av ArcticHubs standa Ragnheiður Bogadóttir og Gestur Hovgaard.
Formliga verkætlanarheitið er ArcticHubs. Global drivers, local consequences: Tools for global change adaptation and sustainable development of industrial and cultural Arctic “hubs”. Sí Horizon 2020 kunning her