Serrit um havumhvørvið og ávirkan á vistskipanir í Norðuratlantshavi
Eitt serrit um havumhvørvið og tess ávirkan á vistskipanir um okkara leiðir er sett á breddan hjá tíðarritinum Frontiers in Marine Science.
Granskarar eru vælkomnir at senda úrslit frá kanningum av havstreymum, gróðuri í sjónum, djóraæti, fugli, fiski og súgdjórum til hetta rit.
Frontiers hevur bjóðað eini gestaritstjórn - samansett av granskarum á Havstovuni, havstovunum í Íslandi, Noregi og frá Århus Universiteti - at standa fyri hesi verkætlan.
Til ber at fáa meira at vita um ritið á Frontiers in Marine Science ella frá Hjálmari Hátún, granskara á Havstovuni, hjalmarh@hav.fo