laksur_jumping-salmon.jpg
Skriva út
Lagt út: 28.02.2018

Serlig fóðursamanseting kann fáa aldan laks at vaksa betri við minni fóðurnøgd

Rúni Weihe, granskingar- & menningarleiðari á Havsbrún og ph.d.-lesandi, hevur saman við starvsfeløgum skrivað vísindaliga grein um nyttuvirðið av ymsum samansetingum av fóðri til alilaks.

Rúni sigur soleiðis um granskingina og úrslitini:

- “Javnvágin av protein og fiti í vakstrarfóðri til laks, og ikki einans samlaða orkan í fóðrinum, hevur stóra ávirkan á framleiðslueffektivitetin av laksi. Hetta varð kannað við trimum fóðurroyndum; tvær stór-skala royndir á føroyskum alibrúkum, umframt eina smá-skala roynd á einum granskingarbrúki í Noregi. Í øllum trimum royndunum varð laksurin deildur í tveir fóðurbólkur, har miðað varð eftir, at fóðursløgini skuldu hava eins orkuinnihald, men at orkan í teimum báðum fóðurbólkunum í størri mun skuldi stava frá ávikavist protein (HP bólkur) ella fiti (LP bólkur), soleiðis at protein-fiti javnvágin var ymisk millum bólkarnar.

Byrjanarvektin á laksinum í royndunum í Føroyum, tá byrjað varð at fóðra, var ávikavist 105 g og 319 g, meðan byrjanarvektin á laksinum í norsku royndini var 978 g. Í øllum royndunum varð fiskurin fóðraður fram til tøku, og útrokningar og greiningar framdar av vøkstri, fóðurumrokningarfaktori og afturhaldsevni hjá laksinum av ávikavist protein, fiti og orku í fóðrinum. Greiningarnar vórðu grundaðar á bæði runda og kruvda vekt hjá laksinum.

Úrslitini vístu, at HP fóður førir til betri vøkstur og lægri fóðurumrokningarfaktor. Víst varð á samband millum bæði vøkstur og fóðurumrokningarfaktor, og at hesi betrast við hægri afturhaldsevni av bæði fiti og orku í fóðrinum. Tað er serliga um heystið, at laksurin afturheldur nógv av fituni og orkuni í fóðrinum, og er hetta tískil árstíðin, ið er serliga væl egnað at optimera framleiðsluna við HP fóðri.

Undanfarnar royndir av tílíkum slag hava einans nýtt runda vekt sum útgangsstøði til at meta um fóðurgagnnýtslu og framleiðslu-effektivitet, meðan úrslitini frá hesum trimum fóðurroyndunum gera greitt, at kruvd vekt er betri egnað til at meta um fóðurávirkanina á laks. Hetta kom serliga til sjóndar við tøku, har samanberingar vóru gjørdar millum LP og HP fóðraðan laks, ið hevði eins runda vekt, men har stórur munur var á kruvdari vekt. Tikið samanum vísa úrslitini, at tað eru stórir møguleikar í laksaalingini fyri at betra um gagnnýtsluna av fóðri og harvið optimera framleiðsluna við atlit til bæði fóðurumrokningarfaktor og vøkstur.”

Greinin er tøk í tíðarritinum Aquaculture Research og kallast: “Improving production efficiency of farmed Atlantic salmon (Salmo salar L.) by isoenergetic diets with increased dietary protein-to-lipid ratio”. Høvundarnir eru Rúni Weihe, Jens-Erik Dessen, Regin Arge, Magny Sissel Thomassen, Bjarne Hatlen og Kjell-Arne Rørvik. Greinin kann lesast her

Ph.d.-verkætlanin hjá Rúna Weihe er partvís fíggjað úr Granskingargrunninum. Les meira her