Semja loksins gjørd um ph.d. lestur í Føroyum
Akademikarafelagið og Lønardeildin hava í dag gjørt semju um sáttmála og lønir fyri tíðarskeiðið 1.oktober 2011 til 1. oktober 2015.
Í sjálvum sáttmálanum er bert ein broyting, tað er § 21, stk 2, sum letur upp fyri serflokkingum í serligum førum.
Afturat sáttmálanum er gjørd ein semja um setanarviðurskiftini hjá løntum ph.d.-lesandi.
Vit í Granskingarráðnum fegnast um, at tað loksins hevur eydnast pørtunum at gera eina formliga avtalu um starvsviðurskiftini hjá ph.d.-lesandi, tí tað hevur verið tørvur á hesum leingi.
Sáttmálin við nýggju semjuni kann lesast her: Akademikarasáttmálin 2011 til 2015
Avtalaðu lønarhækkingarnar eru hesar:
Tann 1. oktober í 2011 hækka mánaðarlønir 32.000 kr. og undir við 220 kr. Mánaðarlønir 50.000 kr. og yvir hækka ikki. Linjurætt fallharímillum.
Tann 1. oktober í 2012 hækka mánaðarlønir 32.000 kr. og undir við 220 kr. Mánaðarlønir 50.000 kr. og yvir hækka ikki. Linjurætt fall harímillum.
Tann 1. oktober 2013 hækka mánaðarlønirnar 190 kr. + 0,9%.
Tann 1. oktober 2014 hækka mánaðarlønirnar 1,9%.