2d09dc7f6a4417d62286fa399744d415.png
Skriva út
Lagt út: 02.03.2015

Seminar um 1800-talið

Týsdagin 3. og mikudagin 4. mars verður seminar á Søgu- og Samfelagsdeildini um Føroyar í 1800-talinum.

Seminarið er liður í verkætlan, sum deildin hevur fingið granskingarstuðul til frá Granskingarráði Føroya.

Á seminarinum verða løgd fram fyribils úrslit frá hesum arbeiði. Harumframt luttaka tveir danskir granskarar. Flemming Mikkelsen er søguligur sosiologur og hevur í nógv ár arbeitt við, hvønn týdning sosialar rørslur hava havt fyri samfelagsmenningina. Per Boje er økonomiskur søgufrøðingur og arbeiðir við stórari verkætlan um, hvørji viðurskifti skaptu eitt Danmark við høgum vælstandi.

Á seminarinum verða eisini løgd fram nøkur úrslit um føroyska politiska søgu, um føroyska vinnusøgu og um fátækradømi. Seminarið verður á donskum, og skráin sæst her.

Hevur tú áhuga at vera við, ert tú vælkomin at skriva til gesturh@setur.fo ella tinakj@setur.fo

Les um verkætlanina, sum er lutvíst fíggjað úr Granskingargrunninum her