9993df0751a2c7ba4678e0b5eaa95010.png
Skriva út
Lagt út: 22.01.2016

Science with and for Society meklaraátak í Brússel

Hevur tú hug at luttaka í verkætlan í Science with and for Society?

Science with and for Society er serlig skrá í Horizon 2020, sum hevur sum mál at byggja samstarv millum vísindi og samfelagið, at náa nýggjum gávaðum vísindafólkum og at para vísindaliga dygd við almennan áhuga og ábyrgd.

Í skránni eru útboð innan 8 øki ella evni: vísindalig yrkisleið, javnstøða, sameining av áhugamálum hjá borgarum og virðum í gransking og nýskapan, vísindalig útbúgving, atgongd til og brúk av granskingarúrslitum, ábyrgdarfull gransking og nýskapan og etiskir spurningar, ávirkan av umhvørvis-, heilsu- og trygdarspurningum, og miðling av gransking. Talan er í stóran mun um evni, sum eru tvørgangandi í øllum Horizon 2020.

Føroyskir luttakarar í umsóknum til Horizon 2020 hava víst Science with and for Society áhuga.

Meklaraátakið í Brússel 3. mars er ætlað teimum, sum kundu hugsað sær at arbeitt við umsókn til Horizon 2020 og sum leita eftir samstarvspartnarum.

Tað er SiS.net, sum skipar fyri meklaraátakinum saman við ES-kommissiónini. Luttakarar fáa kunning beinleiðis frá serfrøðingum í Brússel, samstundis sum ymsu áhugabólkarnir verða savnaðir, so teir síggja møguleikan at skipa samstarv.

SiS.net er netverkið hjá NCP umboðunum innan Science with and for Society. Maria Húsgarð á Granskingarráðnum er føroyskt NCP umboð í SiS.net. Les um SiS.net her

Leita útboð á Participant Portal her

Les meira um átakið, skránna og boða frá luttøku her