0322a58edbddd2039509f03a2b66da0b.jpg
Skriva út
Lagt út: 10.09.2015

‘Science with and for Society’ í Horizon 2020

Í Horizon 2020 er ein skrá við heitinum ‘Science with and for Society’ (SWAFS) – Vísindi og Samfelag nevna vit tað. Málið við hesi skrá er at byggja virkisfús samstørv millum vísindi og samfelagið, at fáa nýggj, gávað vísindafólk, og at samantvinna framúrskarandi gransking og samfelagsliga tilvitan og ábyrgd. 

Vísindi og tøkni skulu stimbrast og sameinast við granskingarpolitikkin. Tað vil kveikja undir endurskoðan og elva til kjak um vísindi og tøkni í mun til samfelagsmenning og mentan.  

Eitt av fokusøkjunum er ‘Responsible Research and Innovation’ (RRI) – ábyrgdarfull gransking og nýskapan. Talan er um samstarv millum granskarar, borgarar, fyrisiting, vinnu og onnur í allari tilgongdini, soleiðis at samsvar er millum gransking og nýskapan og tey samfelagsvirði, sum spyrjast burturúr.

RRI er býtt sundur í fimm øki, sum verða ment í ‘Science with and for Society’ skránni, men sum eru tvørgangandi í øllum Horizon 2020.

-    Almenn útbreiðsla og kunning um gransking og nýskapan, ‘Public Engagement

-    Atgongd til vísindaligt tilfar, ‘Open Science’/’Open Access

-    Etiskir spurningar, 'Ethics'
 
-    Virkan fyri jøvnum kynsbýti bæði í mun til samanseting og innihald, 'Gender'

-    Vísindaligar útbúgvingar, 'Science Education'