Sanna Laksá lokið ph.d. á University of Liverpool
Sanna Laksá hevur 3. desember fingið handað ph.d.-prógv í búskaðarfrøði frá University of Liverpool Management School.
Ritgerðin kallast: “Distributing Resources: An Exploration of Auctions and Other Allocation Mechanisms”. Hon var vard 8. mai og er nú endaliga góðkend og prógv latið.
Vegleiðarar hennara hava verið Dominique D. Demougin, professari, og Robert R. Routledge, dr. Opponentar vóru Yiquan Gu, dr. og seniorgranskari í búskaparfrøði á University of Liverpool, og Michal Krol, dr. og granskari í búskaparfrøði á University of Manchester.
Sanna Laksá sigur soleiðis um verkætlanina:
”Ph.d.- verkætlanin snýr seg um ymiskar útlutingarhættir og er samansett av fýra sjálvstøðugum greinum, sum viðgera tríggjar ymiskar útlutingarhættir – Shapley virðið, søguliga útluting og uppboðssølur. Tvær av greinunum eru teoretiskar og tvær empiriskar.
Tær empirisku greinarnar snúgva seg báðar um føroysk viðurskifti – tær viðgera uppboðssølur í føroysku fiskivinnuni. Onnur snýr seg um uppboðssølurnar av fiskirættindum, sum vórðu í 2016-2018, meðan hin viðger prísásetingina á uppboðssølunum av veiddum fiski á Fiskamarknaði Føroya í 2017."
Fíggingin til verkætlanina er komin frá Economics and Social Research Council (ESRC)
Sanna Laksá hevur síðani 1. juli arbeitt sum búskaparráðgevi hjá Varðanum. Sí meira í Heilagrunninum