Samstarvsavtala við ES um gransking undirskrivað
Í dag, hósdagin 3. juni 2010, var samstarvsavtalan millum ES og Føroyar um granskingarsamstarv loksins undirskrivað. Hetta hendi á føroysku sendistovuni í Brússel. Tað vóru Jørgen Niclassen, uttanríkisráðharri Føroya, og Jose Silva Rodriguez, aðalstjóri á DG Research, sum undirskrivaðu avtaluna.
Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í mentamálum, helt røðu, har hon m.a. segði:
"We can hardly wait to begin – and our doors will, of course, be open for European researchers, who also seek to find the answer to important questions by researching and exploring our circumstances. I am sure, there are important answers to find. Together we can do it.
Even if we are small – I will do my very best to ensure, that we will not think small."
Les alla røðuna her
Undan undirskrivingini helt Jørgen Niclassen, landsstýrismaður í uttanríkismálum, eisini røðu. Les røðuna her