Samstarva um at bøta góðskuna á drekkivatni í smærri vatnveitingum
Tann 9. til 11. august 2022 varð skipað fyri einari verkstovu í Føroyum, har granskarar úr øllum norðurlondum luttóku.
Gransking hevur áður víst, at góðskan á drekkivatni er verri í smáum vatnveitingum samanborið við størri vatnveitingar. Føroysk luttøka er eyðsæð í slíkari granskingarverkætlan, tí meginparturin av føroyska drekkivatninum kemur frá smáum vatnveitingum.
Betri drekkivatnstrygd kann fáast við at seta í verk eina váðagrundaða tilgongd, men hetta háttalagið hevur sínar avbjóðingar, tá talan er um smærri vatnveitingar. Tað er í hesum sambandi, at arbeiðsbólkurin hevur samskift við myndugleikar umframt smærri vatnverk í norðurlondunum fyri at eyðmerkja forðingar og møguligar loysnir, soleiðis at ein váðagrundað tilgongd kann setast í verk.
Arbeiðsbólkurin var saman í Føroyum fyri at gera hetta arbeiðið liðugt, so úrslit og møguligar loysnir kunnu útgevast í fróðskaparritum og sum tilmæli at handa politikarum og myndugleikum á økinum.
Arbeiðið byggir víðari á grein, sum varð almannakunngjørd á heysti 2020 og kann lesast her
Hetta norðurlendska samstarvið verður stuðlað fíggjarliga av Nordisk arbeidsgruppe for mikrobiologi, dyrehelse og dyrevelferd (NMDD) hjá Norðurlandaráðnum.
Í samband við verkstovuna vitjaði arbeiðsbólkurin eisini vatnveitingar í Føroyum. Her er ein partur av bólkinum avmyndaður við vatnveitingina í Lamba.
Í arbeiðsbólkinum, sum vitjaði í Føroyum, vóru:
Maria J. Gunnarsdottir og Sigurdur M. Gardarsson (Verkfræði- og náttúruvísindasvið, Háskóli Íslands),
Magnus Eriksson (Ålands miljö- och hälsoskyddsmyndighet),
Hans-Jörgen Albrechtsen (Institut for Vand og Miljøteknologi, DTU Miljø–),
Kim Steve Gerlach Bergkvist (Fiskaaling),
Pekka M. Rossi (University of Oulu, Finland),
Lisbeth Truelstrup Hansen og Pernille Erland Jensen (Arctic DTU Sisimiut – Ilinniarfeqarfik Sisimiut, Greenland),
Mette Myrmel og Frida Celius Kalheim (Universitetet for miljø- og biovitenskap, Norra),
Kenneth M. Persson (Lunds Universitet, Svøríki),
Angela Bayona-Valdarrama og Jamie Bartram (School of Civil Engineering, University of Leeds, UK)