Samstarv stovnað um føroyska gransking
Granskingarstovnarnir í Føroyum hava nú tikið stig til at fáa samstarv í lag undir heitinum Leiðsluforum fyri føroyska gransking.
Hetta skrivar Fróðskaparsetrið á setur.fo:
- At vit nú styrkja samstarvið millum granskingarstovnarnar í Føroyum og fáa eina felagsrødd í samskiftinum við politiska myndugleikan og tey, sum fíggja gransking innan- og uttanlands, er avbera gott.
Tað sigur Martin Tvede Zachariasen, rektari á Fróðskaparsetri Føroya, nú Leiðsluforum fyri føroyska gransking er skipað.
Á vári 2023 umrøddu nakrir av føroysku granskingarstovnunum og Granskingarráðið, hvussu granskingarátøk og -øki kunnu eyðmerkjast og raðfestast í felags samstarvi, so føroysk gransking kann mennast og flytast fram á leið til gagns fyri granskingarumhvørvið og samfelagið sum heild.
Ein niðurstøða var, at Fróðskaparsetur Føroya skuldi skipa fyri, at umboð fyri almennu granskingarstovnarnir kundu hittast fyri eitt nú at umrøða felags átøk, evni og tilmæli til politisku skipanina.
Harafturat er Ráðið fyri gransking, menning og nýskapan komið við átta nýggjum tilmælum, ið beinleiðis og óbeinleiðis hava ávirkan á granskingarstovnarnar í Føroyum. Eitt av tilmælunum er, at Fróðskaparsetrið verður snúningsdepil fyri gransking, menning og nýskapan.
Granskingar- og framtakseindin á Fróðskaparsetrinum skipaði tí 1. november fyri fundi fyri stovnsleiðarar og granskingarábyrgdarar á granskingarstovnunum, har uppskot um stovnan av “Leiðsluforum fyri føroyska gransking” stóð á skránni. Eisini var ársfrágreiðingin 2022 frá Ráðnum fyri gransking, menning og nýskapan og tilmælini hjá Ráðnum til viðgerðar.
Ein niðurstøða er, at hvør stovnur nú skal velja lim úr leiðsluni at luttaka í Leiðsluforum fyri føroyska gransking, har Fróðskaparsetur Føroya hevur formansskapin. Leiðsluforummið skal hittast nakrar ferðir árliga.
Mynd: (c) Harriet Hammer/setur.fo