Samgongan um gransking, menning og nýskapan
Samgonguskjalið hjá nýskipaðu samgonguni varð undirskrivað og almannakunngjørt 22. desember. Eisini varð nýggja landsstýrið tilnevnt.
Komandi skeiðið verður tað Djóni Nolsøe Joensen umboðandi Javnaðarflokkin, sum verður landsstýrismaður fyri virkisøkið hjá Granskingarráðnum.
Vit hava hugt at samgonguskjalinum úr okkara sjónarhorni við denti á gransking, menning og nýskapan.
Undir høvuðsmálunum hjá samgongurni stendur, at:
- Vit vilja skapa betri útbúgvingarmøguleikar, økta gransking og lyfta mentan, list og mál á øllum økjum.
Undir ymsum yvirskriftum stendur víðari:
Náttúra
- Gransking, ráðgeving, kortlegging, eftirlit og fyrisiting av náttúruni verður raðfest
KT og talgilding
- Stimbrast skulu vinnur, ið krevja góðan KT-førleika, eitt nú rúmdartengd vinna og gransking
Heilsuøkið
- Universitetssjúkrahús verður skipað við heilsuvísindaligari gransking og førleikamenning. Møguleiki skal vera
fyri at taka partar av læknaútbúgvingini í Føroyum.
Dagstovnaøkið
- Námsfrøðilig gransking verður styrkt
Fólkakskúlin
- Meira gransking skal skipast á skúlaøkinum
Yrkisútbúgving, miðnám, hægri útbúgving og gransking
- Langtíðarætlan skal leggjast fyri gransking, menning og nýskapan, og gransking skal samskipast betur.
- Almenni stuðulin til gransking skal hækkast líðandi, og samstarvið við vinnuna um granskingarverkætlanir og
fígging skal útbyggjast.
Mynd: Nýggja samgongan á móttøku í Tinganesi 22. desember - (c) Bjarni Rubeksen, KVF