Samfelagsfrøði og hugvísindi í Horizon 2020
Samfelagsvísindi og hugvísindi verða eitt tvørgangandi evni sum er partur av øllum økjunum í Horizon 2020. Serliga er tað tó innan tær samfelagsligu avbjóðingarnar (Societal challenges) at tørvur er á samfelagsvísindi og hugvísindi. Í tí partinum av Horizon 2020, sum fevnir um framúrskarandi gransking (Excellent Research) verða eins og í FP7 eisini munandi stuðulsmøguleikar fyri granskarar innan hesi øki.
Tey flestu av evnunum sum eru fevnd av ‘Socio-economic Sciences and Humanities (SSH) í FP7 verða førd víðari i samfelags avbjóðingnum við undirheitinum Inclusive, innovative and secure societies. Í hesi skipanini eru evni sum í dag eru í ‘Security’, ‘Science in Society’, ‘International Cooperatin’ (INCO), ‘Research Potential’, ‘Regions of Knowlege’ og ‘Research Policy’.
Av hinum evnunum innan samfelags avbjóðingarnar er tað hugsandi at ‘Health, demographic change and wellbeing’ eisini kemur at krevja ein ávísan part av SSH gransking.
Les meir um Horizon 2020 her