Sálarheilsa Covid 19
Skriva út
Lagt út: 05.04.2020

Sálarheilsan undir COVID-19 átøkunum kannast

Granskingarráðið hevur játtað stuðul til Fakfelagssamstarvið frá høvuðsøki 1 hjá Sjúkrakassagrunnninum.

Stuðulin á 319.462 kr. er til eina kanningarverkætlan, sum kallast: “ Sálarheilsan hjá føroyskum løntakarum undir COVID-19 átøkunum”.

Fakfelagssamstarvið stendur fyri verkætlanini, sum fer at verða framd undir leiðslu av Anniku Helgadóttir Davidsen ph.d., og granskara á Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu.

Verkætlanarleiðarin sigur soleiðis um verkætlanina:

“Samfelagsligu broytingarnar, sum COVID-19 hevur havt við sær, eru umfatandi:

Í dag, 2. apríl 2020,hava 177 føroyingar fingið staðfest smittuna, og roknast kann við, at fleiri hundrað føroyingar eru ella hava verið í sóttarhaldi. Restin av fólkinum hevur síðstu vikurnar umlagt arbeiðslívið og avmarkað teirra sosiala lív, fyri at steðga smittuspjaðing.

Stóru inntrivini í gerandisdagin gera, at nógv eru stúrin – um teirra egnu heilsu ella heilsu teirra avvarðandi, um tey hava eina inntøku komandi mánaðin, ella um tey yvirhøvur hava eitt starv at venda aftur til, tá umfarssóttin ikki longur er ein hóttan. Saman við óvissuni um, hvussu leingi hon varar, kann hendan undantaksstøðan ávirka nøgdsemi við arbeiðið, skapa strongd og ávirka sálarheilsuna neiliga, beint nú og í longdini. Hóast vit ikki enn vita, hvørja ávirkan støðan nú fer at hava, vita vit tó, at áhaldandi strongd kann hava álvarsamar kropsligar, sálarligar, sosialar og fíggjarligar avleiðingar fyri tann einstaka.

Møguleikin fyri á vanligan hátt at loysa arbeiðsuppgávurnar eru munandi skerdir, uttan mun til um uppgávan er hjá heimahjálpini, á flakavirkinum ella í fólkaskúlanum. Harafturat er møguleikin fyri at vera partur av kollegiala felagsskapinum avmarkaður ella heilt horvin, tá fólk noyðast at arbeiða heimanífrá, arbeiða einsamøll, arbeiða uppdeild í liðum, o.s.fr. Markið í millum arbeiðs- og privatlívið er sostatt fyri tey flestu strikað ella broytt munandi hesar vikurnar, samfelagsligu átøkini hava verið í gildi.

Endamálið við hesari kanning er at lýsa, hvussu frástøðan og avbyrgingin í samband við COVID-19 ávirkar sálarliga arbeiðsumhvørvið og sálarheilsuna hjá løntakarum. Harumframt ynskja vit at varpa ljós á, hvussu fólk handfara serligu arbeiðsstøðuna, hvørs treytir eru heilt øðrvísi enn tær, vit vanliga kenna.

Ein av hypotesunum er, at ávísar starvsgreinar, t.d. heilsuøkið, er meiri tyngt enn aðrar greinar, av tí at umfarssóttin hevur lagt eitt stórt trýst á heilsuverkið. Hetta ger heilsustarvsfólkini meiri útsett fyri bæði smittu og strongd. Harafturat hava vit eina hypotesu um, at familjur við børnum í størri mun enn familjur uttan børn kenna seg ovbyrjað av dupultu uppgávuni, ið tað er at vera til arbeiðis samstundis sum børnini skulu ansast og/ella undirvísast heima. Sosial avbyrging kann harafturat hava stóra neiliga ávirkan á trivnaðin, og tí hava vit eisini eina hypotesu um, at tey, ið hava verið nógv avbyrgd uttan sosialt samband, meta sálarheilsuna at vera verri enn tey, ið hava havt regluligt samband við onnur.

Úrslitini frá hesari kanning kunnu nýtast til at kortleggja sálarligu avleiðingarnar av COVID-19, umframt at greina áleikandi og framtíðar tørvir.”

Høvuðsøki 1

Høvuðsøki 1 er eitt av trimum økjum hjá Sjúkrakassagrunninum. Frá Høvuðsøki 1 ber til at søkja stuðul til upplýsandi og mennandi tiltøk umframt kanningarverkætlanir á heilsuøkinum. Føroysk áhugafeløg, ið umboða fólk, sum bera brek og feløg innan eldraøkið, sjúklingafeløg og fakfeløg, kunnu søkja um stuðul til upplýsandi og mennandi tiltøk, sum kunnu menna heilsuøkið í Føroyum.

Kanningarverkætlanir eru at rokna sum eitt slag av undanverkætlan til gransking ella ein minni granskingarverkætlan. Áhugafeløg kunnu søkja um stuðul til at gera kanningarverkætlanir innan t.d. sosiala heilsu, heilsufremjan, fyribyrging, røkt, viðgerð og endurmenning. Kravið er, at kanningin skal gerast saman við fólki, sum minst hevur eina miðallanga/langa útbúgving (bachelor ella masterstig) og er knýtt at hóskandi fakligum vegleiðara/ábyrgdarhavara.

Les meira um økini í Sjúkrakassagrunninum her

Yvirlitið yvir allar játtanir frá høvuðsøkið 1 eru at síggja her