c15b2a02b502ed87eceef2558f9c9eab.jpg
Skriva út
Lagt út: 04.03.2013

Sáðgóðskan hjá føroyskum monnum lág

Granskarar á Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu hava givið út grein við granskingarúrslitum, har tað verður staðfest, at sáðgóðskan hjá føroyskum monnum er metlág. Hjá meira enn helvtini er sáðkonsentratiónin so lág, at tað gongur út yvir fruktbari.

Tveir ymiskir bólkar av føroyskum monnum luttóku í 2007-2010 í eini verkætlan á Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu, hvørs endamál var at fremja sáðgóðskukanningar. Granskingin er lutvíst fíggjað úr Granskingargrunninum.

Hesir báðir bólkar av monnum  eru føddir í ávikavist 1981-84 og  1986-87. Fyrri bólkurin eru tilvildarliga útvaldir ungir menn, meðan seinni bólkurin eru ungir menn, sum hava luttikið í kviksilvurkanningini á Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu, síðani teir vóru føddir. Nú er ein grein við sáðgóðskuúrslitunum frá hesum báðum bólkunum við í alt 481 føroyskum monnum almannakunngjørd í tíðarritinum British Medical Journal Open.

Menninir hava latið eina sáðroynd, eina blóðroynd og svarað einum spurnablaði, umframt at summir eisini hava fingið eina kliniska kanning. Í sáðroyndini varð nøgd og konsentratión, t.v.s. hvussu nógvar milliónir sáðkyknur vóru í einum millilitri av sáði, staðfest. Eisini varð skapið á sáðkyknunum (morfologi) og hvussu sáðkyknurnar rørdu seg (motilitetur) kannað. Í blóðroyndini vórðu kynshormonvirðini, sum kunnu hava ávikan á sáðgóðskuna, máld. Umframt hetta vórðu eisini dálkingarevni máld í blóðinum, men møguligt samband millum dálkingarevni og sáðgóðsku er ikki viðgjørt í hesi grein, og tískil ber ikki til at siga nakað um hetta enn.  

Úrslitini av sáðgóðskukanningini hjá føroyskum monnum 

Úrslitini av kanningini vístu, at sáðkonsentratiónin hjá føroyskum monnum er áleið tann sama ella kanska lægri samanborið við danir. Hetta er ørkymlandi, tí sáðkonsentratiónin hjá donskum monnum er millum tær lægstu í heiminum. Sáðkonsentratiónin hjá føroysku monnunum var í miðal 40 mill/ml, meðan konsentratiónin hjá dønum er uml 48 mill/ml.

Sambandið millum sáðgóðsku og fruktbari er væl kannað í útlendskum verkætlanum. Her er staðfest, at tá sáðkonsentratiónin hjá monnum fer niðurum 40 mill/ml, hevur hetta negativ árin á fruktbarið. Hjá føroysku monnunum varð funnið, at helvtin av monnunum høvdu eina sáðkonsentratión undir 40 mill/ml og tískil hava so lága konsentration, at tað gongur út yvir teirra fruktbari.  

Afturat hesum vísti tað seg, at  kynshormonvirðini vóru øðrvísi hjá føroysku monnunum samanborið við danir, og hetta kann hugsast at hava ávirkan á vánaligu sáðgóðskuna.

Greinin, sum júst er útkomin, er deskriptiv, tvs. at tað bert verður staðfest, hvussu støðan er, og ikki hvørjar orsøkirnar til vánaligu sáðgóðskuna eru. Vit fara tó í næstum at kanna um samband er millum lágu sáðgóðskuna og dálkingarevni, so sum kyksilvur og PCB.

Greinin kann takast niður her

Hoyr samrøðu um kanningarnar í Útvarpinum  Eisini hevur Útvarpið eitt grafiskt kort yvir sáðgósðkuna í Evropa her

Les um verkætlanina í Stuðulsyvirlitinum

Les í Heilagrunninum um Jónrit Halling og Mariu Skaalum Petersen