93f1b571b9e29b6934ec117832759122.jpg
Skriva út
Lagt út: 01.09.2015

Rúmdarvíkingurin Andreas Mogensen

Gransking í rúmdini

Í morgin fer danin Andreas Mogensen á sína fyrstu rúmdarferð fyri ESA, tá hann fer út á altjóða rúmdarstøðina, ISS. Rúmdarstøðin er eitt gott dømi um breitt altjóða samstarv, sum sameinir Evropa, USA, Russland, Japan og Kanada í stórt vísindaligt samstarv.

Evropeiski rúmdarstovnurin, ESA (European Space Agency), hevur verið virkin síðan byrjanina av rúmdarøldini. Limalondini eru 20 ES lond og Norra og Sveis. Harumframt hava fleiri lond samstarvsavtalur við  ESA.

Rúmdin er viðkomandi í granskingarhøpi, tí at týðandi upplýsingar verða fingnar til vega, sum kunnu hava ávirkan á, hvussu globalar avbjóðingar skulu loysast. Við at savna orkuna hjá 22 londum, kann ESA røkja skipanir og virksemi, sum røkkur víða og nógv longri, enn londini hvør sær høvdu megnað.  

Um drúgvar ferðir út í rúmdina kunnu sammetast við marathonrenning, so kann ferðin hjá Andreas Mogensen komandi dagarnar sammetast við kapprenning. Ferðin og uppihaldið á rúmdarstøðini, 400 km yvir jarðarknøttinum, er tættpakkað við vísindaligum virksemi, tí nógvar royndir skulu gerast og sendast aftur til jørðina.

Andreas skal gera umleið 20 ESA-royndir, sum viðvíkja gransking í menniskjuni, lívfrøði og geisling, umframt at hann skal royna nýggja tøkni. Hetta er avgjørt ein evropeisk rúmdarferð, tí alt verður gjørt undir leiðslu av evropeiskum granskaratoymum.

Helvtin av royndunum eru av tøkniligum slagi. Samvirkin amboð skulu roynast til tess at betra um avrikini í rúmdini og ein drakt at nýta í vektloysi verður eisini roynd.

Eyðmerking av skipum ella skipaeftirlit verður eisini á breddanum. Ætlanin er at krøkja skipanina í royndarstovuna, Columbus, soleiðis at fylgisveinamóttakarin kann eyðmerkja fleiri enn 22.000 skip um dagin. Upplýsingarnir eru íkast til menningina av heimsumfatandi maritima eftirlitinum.

Enn er nógv at læra um, hvussu lív trívist í rúmdini. Evropeiskir granskarar kanna, hvussu livandi kyknur laga seg til umhvørvið í og uttan á rúmdarstøðini. Dentur verður lagdur á bakteriur og mannakyknur.

Vektloysi er harðrent fyri menniskju. Hóast áhaldandi rørsla og góður matur bøta um árinini av vektloysi, so ávirkar tað kroppin. Gransking í menniskjanum er umráðandi fyri at skilja broytingar í kroppinum og fyri at menna mótátøk. Andreas Mogensen skal skráseta høvuðpínu og onnur eyðkenni, sum so verða nýtt til at menna tiltøk at minka hesi eyðkenni. Eisini er fokus á vøddar, tí vektloysi viðførir tap av vøddamassa.  
 
ISS hevur góð granskingaramboð og er tað serliga royndarstovan Columbus, sum fer at verða nýtt. Columbus er íkastið hjá ESA til ISS rúmdarstøðina. Væntandi fara royndirnar at geva nógv og lata upp fyri nýggjari gransking av rúmdini.

Hendan ferðin hjá ESA verður kallað ‘iriss’. Navnið er sett saman av  grikska gudanavninum IRIS og navninum á altjóða rúmdarstøðini ISS. Í griksku gudalæruni var Iris sendiboð gudanna og ímyndin av ælaboganum. Iris umboðar sambandi millum menniskja og kosmos, og millum himmal og jørð.

Rúmdarferðin byrjar mikumorgunin kl. 04.37 frá Baikonur Cosmodrome í Kazakhstan.

Hetta er fyrstu ferð, at ein dani fer rúmdarferð, tí fylgja danskir miðlar sjálvsagt ferðini hjá Andreas Mogensen. Til ber t.d. at fylgja við á www.dr.dk
Á facebook síðuni hjá Andreas Mogensen eru eisini slóðir til beinleiðis sendingar 

Les meira um ESA her