DNA Rotta
Skriva út
Lagt út: 01.11.2019

Rottan er komin til Føroyar í trimum umførum

Fyrst kom hon til Hvalbiar. Tað var í 1768. Árið eftir kom hon til Havnar. Haðani spjaddi hon seg til restin av Streymoynni og kom eisini til Eysturoynna og til Vágar. 120 ár seinni kom rottan eisini til Borðoynna.

Hetta staðfesta úrslit í nýggjari genkanning, sum nýliga er almannakunngjørd í kenda vísindaliga tíðarritinum Heredity. Greinin hevur heitið: “Genomic analyses reveal three independent introductions of the invasive brown rat (Rattus norvegicus) to the Faroe Islands”. 

Fyrr hevur verið hildið, at rotturnar, sum komu til Suðuroynna, spjaddu seg til Havnar, men nýggja kanningin vísir, at so er ikki. Hóast tað bara var eitt ár frá tí, at rottan kom til Hvalbiar, til hon eisini varð sædd í Havn, so er talan um ymiskan uppruna. Meðan rotturnar í Hvalba hava sín uppruna í Norra ella kanska onkrastaðni í Stóra Bretlandi, so ber við vissu til at siga, at havnarotturnar í síni tíð komu úr Stóra Bretlandi

Føroysku genkanningarnar

Síðani í 2011 hevur Fróðskaparsetrið gjørt ymiskar kanningar av føroyskum rottum. Fólk, sum hava funnið deyðar rottur, hava latið Fróðskaparsetrinum rotturnar. Á henda hátt er tað higartil eydnast at fáa fatur á eini 250 rottum til at gera vísindaligar kanningar av. Genetisku kanningarnar av føroysku rottunum eru gjørdar í samstarvi millum Fróðskaparsetrið og granskarar á russiska akademinum fyri náttúruvísindum í Moskva, granskarar á universitetinum í Uppsala í Svøríki og frá teimum báðum amerikansku universitetunum Universitety of Memphis og Fordham University.

Genetisku kanningarnar vórðu gjørdar av 85 føroyskum rottum, sum vóru fingnar í 24 bygdum og býum kring um í Føroyum. Genetisku úrslitini frá føroysku rottunum vórðu síðani samanborin við úrslitini frá rottum, sum vóru fingnar í 41 býum í Evropa, Russlandi og aðrastaðni kring um í heiminum. Kanningar vístu, at brúna rottan er komin til Føroyar í trimum umførum, og at tær eru komnar ymsastaðni frá, óheft av hvørjari aðrari.

Greinin kann lesast her (krevur hald)

Høvundarnir eru Emily E. Puckett,  Eyðfinn Magnussen, Liudmila A. Khlyap, Tanja M. Strand, Åke Lundkvist og Jason Munshi-South.

Tíðarritið helt hesa greinina vera so mikið áhugaverda, at teir valdu at gera eitt poddvarp um hesa greinina. Heitið á hesum poddvarpinum er “How rats invaded the Faroes (3 times). Tú kanst lurta eftir tí her

Mynd: Føroysku rotturnar skilja seg genetiskt frá hinum rottunum í Evropa. Rotturnar, sum í dag eru í Streymoynni, Eysturoynni og Vágum fella saman í ein “klump”. Hetta vísir, at tær eru rættuliga líkar genetiskt og hava ein felags uppruna. Rotturnar í Suðuroynni og Norðoyggjum liggja í hvør sínum klumpi. Tær eru ymiskar frá hinum føroysku rottunum og hava eisini ein annan uppruna. Myndin vísir eisini, at tær føroysku rotturnar eru genetiskt ymiskar frá rottunum í Skandinavia og Evropa. Serliga eru tað rotturnar í Streymoynni, Eysturoynni og í Vágum, sum bregða frá hinum.

Mynd: Rotturnar í Føroyum eru genetiskt ymiskar (mynd A). Rotturnar, sum eru fingnar í teimum sjey bygdunum Streymoynni, líkjast allar genetiskt (appilsingult, til vinstru á mynd C), og eru eisini rættuliga líkar teimum í Vágum og í Eysturoynni (grønt, til vinstru á mynd C). Rotturnar á hesum trimum oyggjunum hava sí uppruna í Stóra Bretlandi. Rotturnar á Viðoynni og Borðoynni (myrkablátt, til vinstru á mynd C) og tær í Suðuroynni (ljósablátt, til vinstru á mynd C) skilja seg tó týðuliga frá rottunum á hinum trimum oyggjunum og hava helst sín uppruna í Stóra Bretlandi ella úr Norra.