Rótkyknur kunnu geva impotentum monnum virkið kynslív aftur
Í nýggjari grein, sum Martha K. Haahr hevur skrivað saman við granskaratoymi á Odense Universitetshospital, verður víst á, at til ber at viðgera impotens eftir skurðviðgerð fyri prostatakrabba við góðum úrslitum. 73 prosent av teimum impotentu monnunum í kanningini fingu potensin aftur aftaná rótkyknuskurðviðgerð.
Í greinini verður ein kanning og roynd lýst og positivu úrslitini løgd fram.
Martha K. Haahr sigur soleiðis um granskingina:
“Í nógv ár hevur áhugin fyri gransking í rótkyknum (stamceller) verið stórur. Síðani 1950 hevur borið til at viðgera blóðkrabba við rótkyknum úr mergi. Fyri umleið 15 árum síðani byrjaðu fleiri at kanna onnur sløg av rótkyknum frá m.ø. vøddum, nervum og fita. Higartil er granskingin framd í á rannsóknarstovum, fyrst í reagensgløsum, síðani í músum og rottum. Fyrsta kliniska granskingin er so smátt komin í gongd við einstøkum royndum runt í heiminum.
Í 2014 gjørdu vit eina kanning av monnum, sum høvdu impotens eftir skurðviðgerð fyri prostatakrabba. Prostatakrabbi er mest fyrikomandi krabbi hjá monnum í menningarlondunum. Uppímóti 80% av monnunum fáa trupulleikar við urin inkontinens og impotens eftir viðgerdina. Hetta hevur stóra ávirkan á lívsgóðskuna, tí seksualitetur er ein týðandi partur av okkara samleika og lívi.
17 menn fingu eina feittsúgving um magan, har vit tóku 200-300 ml av feitti. Feittið bleiv viðgjørt og rótkyknur útvunnar og síðani sproytaðar inn í penis. 3-6 mánaðir seinni staðfestu vit at hjá upp ímóti 73% av monnunum, sum ikki vóru inkontinentir, hevði viðgerðin givið góð úrslit.
Hendan kanningin vísir fyrst og fremst, at viðgerð við rótkyknum ikki hevur hjáárin og nógv bendir eisini á at hon kann geva góð úrslit. Næsta stig er at kanna ávirkanina í eini størri og dupult blindaðari kanning – RCT ( randomized controlled trial).”
Greinin er útgivin í tíðarritinum EBioMedicine, sum er partur av the Lancet, og kallast “Safety and Potential Effect of a Single Intracavernous Injection of Autologous Adipose-Derived Regenerative Cells in Patients with Erectile Dysfunction Following Radical Prostatectomy: An Open-Label Phase I Clinical Trial”.
Høvundarnir eru Martha Kirstine Haahr, Charlotte Harken Jensen, Navid Mohamadpour Toyserkani, Ditte Caroline Andersen, Per Damkier, Jens Ahm Sørensen, Lars Lund og Søren Paludan Sheikh. Greinin er tøk her
Úrslitini hava longu fingið umtalu í Danmark, millum annað á heimasíðuni hjá Syddansk Universitet og á DR
Arbeiðið, sum er lagt fram í greinini er partur av ph.d.verkætlanini hjá Marthu Kristine Haahr. Les meira í Heilagrunninum