4f3de7165dfeb8ecd3f9247f4420a2ad.jpg
Skriva út
Lagt út: 10.09.2009

Ringt fyri heilsuna at sova saman


Av heilsuávum og fyri parlagið eiga pør at umhugsa at sova hvør sær, siga serfrøðingar.
Svøvn serfrøðingurin Niel Stanley, sigur, at pør kunnu minka um svøvn góðskuna við at sova saman, eitt nú av tí annar snorkar ella flytur seg í svøvni.

Ein kanning vísur, at í meðal órógvast pør 50% oftari um náttina, tá tey sova saman. Neil Stanly, sum ikki svevur saman við konu síni, vísur á, at søguliga so hevur tað ongantíð verið ætlanin, at pør skulu sova saman.

Hugsanin um, at pør eiga at sova saman byrjaði við ídnaðarligu kollveltingini, tá fólk fluttu til yvirfyltar býir, har plásstrot var.

Áðrenn viktoriansku tíðina var tað vanligt, at gift pør svóvu hvør sær. Í rómverjaríkinum var hjúnasongin eitt ástarpláss heldur enn eitt sovipláss.

Neil Stanly, sum er ein av fremstu svøvngranskarunum í Onglandi, heldur, at fólk í dag skulu umhugsa at gera tað sama.

- Tað er ein spurningur um, hvat ger teg glaðan. Um tú ert vanur at sova saman við einum, og tit bæði sova væl, so er eingin orsøk at broyta tað, men ver ikki bangin fyri at gera nakað øðrvísi, sigur Stanly við BBC.

Sambært Neil Stanly er samanhangur millum ringan svøvn og tunglyndi, hjarta trupulleikar, hjartatilburðir, lunga trupulleikar, ferðslu- og arbeiðsvanlukkur og hjúnaskilnað, hóast svøvnur vanliga ikki verður mettur at hava samband við góða heilsu.

Sosiologurin Robert Meadow sigur, at “hóast fólk føla, at tey sova betur saman við øðrum, so vísa allar royndir tað øvuta.”

Hann hevur gjørt eina kanning har samanborið varð, hvussu væl pør svóvu saman í mun til, tá tey svóvu hvør sær.

Kanningin bygdi á 40 pør. Komið var fram til, at sannlíkindini fyri, at annar verður órógvaður, tá hin flytur, seg eru um leið 50%.

BBC veit at siga, at tað bert eru 8% av onglendingum í 40’umum og 50’unum, sum sova hvør sær.

Kelda BBC