Reyðrótadjus økir um kropslig avrik hjá bóltspælarum
Kanningar úr Exeter hava seinastu árini víst, at óorganiskt nitrat (inntikið sum konsentrerað reyðrótadjús) økir um kropslig avrik og útsetir møði undir langtíðar og intensum arbeiði. Eitt granskingartoymi, sum Magni Mohr er partur í, hevur í nýggjari kanning víst, at hetta er galdandi fyri intenst intervallarbeiði, sum er líkt tí, bóltspælarar gera í dysti.
Úrslitini eru kunngjørd í grein, sum kallast “Dietary nitrate supplementation improves team sport-specific intense intermittent exercise performance” og sum kom í European Journal of Applied Physiology í februar 2013 (online publication). Greinin kann lesast her
Rithøvundarnir eru Lee J. Wylie, Magni Mohr, Peter Krustrup, Sarah R. Jackman, Georgios Ermidis, James Kelly, Matthew I. Black, Stephen J. Bailey, Anni Vanhatalo, Andrew M. Jones.
Magni Mohr greiðir soleiðis frá um kanningina:
- Vit kenna ikki enn fysiologisku mekanismuna, sum verður ávirkað av nitratinntøku, men halda, at henda er knýtt at reduktiónini av óorganiskum nitrat (NO3-) til nitrite (NO2-) og nitrogen oxid (NO). NO hevur eina ørgrynnu af effektum á fysiologiskar skipanir í vøddunum, sum ávirka vøddablóðrensl, vøddasamandrátt, sukur og Ca2+ javnvágina og oxygen brúk í mitokondriunum. Í løtuni bíða vit eftir vøddaanalysum, sum vónandi fara at geva okkum svar uppá onkrar av hesum spennandi spurningum.
- Fleiri og fleiri toppítróttarfólk drekka í dag konsentrerað reyðrótadjús áðrenn kapping. M.a. undir OL í London nýttu flestu ensku ítróttarfólkini á millum og langtíðar teinunum nitratríkt reyðrútadjús. Kanningin hjá okkum nú vísir, at eisini bóltspælarar kunnu betra teirra avrik við inntøku av nitratríkum reyðrótadjús.
- Talan er um serliga framleitt og konsentrarað djús. Tað ber tískil ikki til at eta reyðrøtur ella at drekka vanligt reyðrótadjús, tí at her eru konsentratiónirnar av nitrat alt ov lágar. Reyðrótadjúsið skal eisini drekkast eftir serligari protokol fyri at kunna náa røttu NO virðini í vøddunum.
Les meira um verkætlanina á heimasíðuni hjá Exeter University
Les um Magna Mohr í Heilagrunninum