9685fab9e9037af1c67b7cbdaea7a7c6.png
Skriva út
Lagt út: 25.02.2016

Research*eu við nýggjum tíðarriti

Í februar útgávuni av research*eu verður nógv gjørt burturúr at lýsa avbjóðingarnar, sum evropeiski  mentanararvurin stendur fyri. Evnini, sum verða viðgjørd, snúgva seg í stóran mun um nýggja tøkni, sum kann stuðla undir varðveitslu og eisini endurskapan av søguligum virðum.

Onnur evni verða eisini viðgjørd. Á heilsuøkinum eru slóðbrótandi granskingarúrslit í rótkyknum, sum geva nýggja vón til livrasjúklingar. Á orku- og umhvørvisøkinum er komið væl áleiðis við nýggjum loysnum og verður greitt frá fleiri stórum verkætlanum. Eisini er eitt vælvirkandi netverk stovnað við tí endamáli at geva smáum fyritøkum og ungum granskarum møguleika at gagnnýta størri royndarstøðir og fasilitetir í teirra roynd at finna nýggjar orkuloysnir.

Research*eu kann lesast her