8de6e96e854dbcbf8a231894a36cf2d0.PNG
Skriva út
Lagt út: 09.07.2014

Research*eu við nýggjari útgávu

Seinasta ‘research*eu’ er ein útgáva, har greitt verður frá úrslitum – results magazine.

Tíðarritið hevur nógvar greinar um gransking og nýskapan, sum er stuðlað av ES gjøgnum FP7 rammuskránna. Í hesari útgávuni verður serligur dentur lagdur á úrslit í sambandi við gransking í hjartasjúkum, men eisini onnur áhugaverd evni verða viðgjørd.
 
Granskarar, sum standa á odda fyri verkætlanini HEARTWAYS, hava t.d. góðar vónir, um at kunna bøta um umstøðurnar hjá sjúklingum í sambandi við uppafturvenjing eftir hjarta- og æðrasjúkur. Sjúklingurin fer at bera framkomna tøkni, sum kann ger mátingar av hjartanum og stuðla sjúklinginum, samstundis sum viðkomandi kann vera heima við hús. Tøknin er effektiv, trygg og bílig. Umframt at spara seingjarpláss á sjúkrahúsi, vil loysnin gera tað møguligt hjá sjúklinginum at vera í heimligum umhvørvi, og vil tað minka um tørvin á viðgerð fyri strongd og sálarfrøðiligum stuðli.

Onnur grein snýr seg um viðfødd brek í hjartanum (CHDs), har granskarar fara at kanna høsnarunga fostur, fyri at finna alternativar viðgerðarhættir.

Eisini ber til at lesa um ílegu royndir í gýtingarfiski og um nýggja skannaran, sum kann viga fiskin, meðan hann er í aliringinum.  

Tíðarritið kann lesast her

Kelda: Cordis