Research Connection
Í samband við Kekkiska forsetaskeiðið í Europeiska samveldinum verður skipað fyri stevnu í Prague, sum hevur til endamáls at samantvinna granskarar.
Research Connection verður hildið í døgunum 7-8 mai í Prague. Endamálið við stevnuni er, at skapa sambond millum luttakararnar og dugnaligar granskarar, ið hava havt góðar royndir í europeiskum verkætlanum, soleiðis at nýggj hugskot kunnu spretta og hurðar opnast.
Skráin fyri dagarnar er fjøllbroytt. Møguleiki er at hoyra smærri fyrilestar um rammuskránna og aðrar europeiskar skipanir. Eisini verður kunnað um teir einstøku partarnar av skipanunum: heilsugransking, matvøru- og fiskigransking, samfelagsgransking o.s.fr. Kunnað verður eisini um nakrar útvaldar europeiskar verkætlanir, sum eru í gongd. Tak fyribils skránna niður her.
Tað kostar € 50 at luttaka á báðum døgunum og €30 fyri ein dag. Tilmelding er neyðug.
Her kanst tú melda teg til og fáa nærri kunning um tiltakið.