Reglur fyri stuðli til útgávu o.l. dagførdar
Granskingarráðið hevur dagført reglur og treytir fyri stuðulsskipanina til útgávu av vísindagreinum o.l. Hetta er gjørt við støði í royndunum higartil og við atliti til gongdina við fríari atkomu til útgávur.
Stuðulsskipanin hevur verið í gildi síðani 2015. Í hesum tíðarskeiðinum er stuðul játtaður til útgávu av 86 vísindaligum greinum og bókum. Tilsamans er talan um umleið 600.000 kr.
Enn eru slakar 400.000 kr. tøkar til stuðul. Granskingarráðið hevur mett, at hesar verða brúktar best við serliga at stuðla yngri granskarum, sum eru um at fóta sær, t.d. við ph.d.-verkætlan. Í viðgerð av umsókninum verður mett um, hvussu útgávan mennir føroyskt vísindastarv, bæði tá talan er um kor hjá umsøkjara og týdningin av evninum.
Stuðulsupphæddirnar eru dagførdar og krøvini annars eru nágreinað.
Mannagongdin fyri fyrisiting av stuðulsskipanin er eisini broytt, tí lógarkarmarnir fyri Granskingarráðið eru broyttir. Frameftir er tað fyrisitingin sjálv, sum eftir ásettu reglunum tekur støðu til umsóknir.
Stuðul verður játtaður sambært umsókn. Umsóknir skulu sendast gjøgnum umsóknarportalin
Tað er eingin føst umsóknarfreist. Umsóknir verða viðgjørdar umleið eina ferð um mánaðin.
Stuðulsupphæddir
- Til útgávu av vísindaligari grein í Open Access tíðarriti kann stuðulin í mesta lagi verða kr. 8.000.
- Til útgávu av bók, eitt nú ritgerðum og greinasøvnum, kann stuðulin í mesta lagi verða ein triðingur av prentkostnaðinum uttan mvg, tó ongantíð meira enn kr. 15.000 fyri hvørja útgávu.
- Stuðul til onnur serlig átøk kann í mesta lagi vera kr. 25.000.
Les Reglur um stuðul til útgávu av vísindaverkum o.l. her
Les Treytir fyri stuðli til útgávu av vísindaverkum o.l. her