Ræst kjøt kann fáa týdning fyri ferðavinnu
Ræst kjøt og skerpikjøt kunnu gerast ein týðandi táttur í eini vaksandi mat-ferðavinnu í Føroyum. Tað heldur Ingvar Svanberg, granskari á Uppsala Universiteti í Svøríki.
Ingvar Svanberg hevur útgivið eina vísindaliga grein í tíðarritinum Journal of Ethnic Foods um framleiðslu av røstum lambskjøti í Føroyum, sum hann heldur vera eina heilt serstaka matmentan. Hann vísir á, at Føroyar eru einasta norðurland, har ræst kjøt verður brúkt sum mannaføði. Hann heldur tað vera sera áhugavert, at mestsum øll framleiðslan fer fram heima hjá fólki, og at fólk hava so neyva vitan um fletting, handfaring og ræsing av kjøtinum.
Í greinini "Fermented mutton in the Faroe Islands: the survival of a local artisanship and food heritage" viðger Ingvar Svanberg eisini týdningin av røstum og turrum kjøti sum týðandi protein-keldu gjøgnum øldir í føroyska samfelagnum.
Ingvar Svanberg hevur fyrr eisini skrivað vísindaliga grein um ræstan fisk.
Greinin um ræst kjøt í Føroyum kann lesast her.
Mynd: Navarana Ingvarsdóttir Olsen