6b9cdae3912ac3c31c49454a66a2126e.jpg
Skriva út
Lagt út: 03.03.2009

Ráðstevnurøð: varandi orkukeldur

ES fíggjaða verkætlanin, RESBOAT, skipar fyri eini raðstevnurøð um varandi orkukeldur í døgunum frá 23. til 27. mars.

Ljós verður kastað á ymisk evni á ráðstevnunum, sum verða hildnar á fimm ymiskum støðum framvið Donau ánni. Til hvørja stevnu verða serstøk evni tikin fram, ið snúgva seg um, hvussu tey ymisku londini arbeiða við varandi orku.

Ferðin byrjar í Wien (Eysturríki), síðan verður farið til Bratislava (Slovakia), Budapest (Ungarn), Vukovar (Kroatia) og endar ferðin í Beograd (Serbia).

Í Wien er evnið varandi el-orkutøkni. Í Bratislava verður ljós kastað á ‘polygeneration’ av hita og orku. Umhvørvisvinarligir bygningar, bio-brenni og alternativ motorbrenni eru á skránni í Budapest og Vukovar. Varandi hita- og kølitøkni er á skránni í Beograd.

Les meira her