Ráðstevna um multiresistentar bakteriur og antibiotikaresistens
Mikudagin tann 15. apríl verður ráðstevna á Hotel Føroyum um multiresistentar bakteriur og antibiotikaresistens.
Endamálið við ráðstevnuni er at kunna um vaksandi trupulleikan við multiresistentum bakterium og antibiotikaresistensi, og at geva íblástur til at herða tiltøkini ímóti MRB.
Málbólkurin umfatar læknar, sjúkrarøktarfrøðingar og onnur heilsustarvsfólk í primera- og sekundera heilsuøkinum, tannlæknar, djóralæknar, starvsfólk og lesandi á Fróðskaparsetur Føroya og starvsfólk á Heilsufrøðiligu starvsstovuni og apoteksverkinum
Ráðstevnan verður 15. apríl 2105 kl. 09.00-18.00 á Hotel Føroyum
Tilmelding fer fram hjá Katrin Joensen, fulltrúi á kjj@ls.fo. Tilmeldigarfreist er 2. mars 2015 og kostnaður kr. 700.
Tiltakið er fyriskipað av Heilsumálaráðnum, og er lagt til rættis av Smittuverjunevndini á Landssjúkrahúsinum saman við MRB-bólkinum, ið samskipar virkisætlanina fyri alt landið.
Sí kunning og skrá her.
Fyriskipararnir siga um orsøkina tril ráðstevnuna:
"Átøkini, ið verða framd til tess at fyribyrgja spjaðing av MRSA (Methicillin resistente Staphylococcus areus) í Føroyum, eru grundað á leiðreglur hjá Sundhedsstyrelsen: Vejledning om forebyggelse af spredning af MRSA, Sundhedsstyrelsen 2012.
Higartil er eydnast at avmarkað spjaðingini av MRSA.
Ein orsøk til at vit kortini finna MRSA og aðrar vandabakteriur kann vera regluliga samstarvið við danska heilsuverkið, har sjúklingar úr Føroyum verða viðgjørdir á sjúkrahúsum í Danmark.
Onnur orsøkin kann vera, at lutfalsliga nógvir føroyingar ferðast og arbeiða í londum, har MRSA og multiresistentar bakteriur (MRB) oftari koma fyri.
Seinastu tvey - trý árini er talið av sjúkrahúsinfektiónum økt, og er tað serliga ESBL (Extended spectrum beta-lactamase), ið hava elvt til økingina. Higartil eru VRE (Vancomycin resistente enterococcer), Clostridium difficile T027, GRE (Gentamycin resistente enterobakterier), CRE (Carbapenem resistente enterobakterier) ella aðrar multiresistentar bakteriur ikki komnar fyri.
Tað er valla hugsandi, at vit kunna forða fyri, at MRB fer at økjast, men væntandi kunna vit avmarkað trupulleikan, um vit hava miðvís smittufyribyrgjandi tiltøk, og halda fast við ein tálmandi antibiotikapolitikk."