Ráðstevna um gransking innan orku
Hósdagin 18. juni verður ráðstevna í Keypmannahavn um gransking innan orku. Tað eru Energistyrelsen, Energinet.dk, Dansk Energi og Det Strategiske Forskningråd, sum í felag skipa fyri ráðstevnuni.
Á ráðstevnuni verða úrslit av gransking innan orku løgd fram. Evnini, ið verða viðgjørd, eru:
- Vindorka
- Bio-orka
- Ljós
- Onnur varandi orka (sól-orka og aldu-orka)
Tað er ókeypis at luttaka á ráðstevnuni.
Luttøka til døgurðan um kvøldið kostar 300 kr.
Les um ráðstevnuna her.
Fleiri upplýsingar og fyribils skrái PDF skjali fáast her