Ráðstevna um arbeiðsmarknaðar-búskap í Føroyum 7.-9. juni
Í summar verður ráðstevnan "6th Nordic Summer Institute in Labor Economics" hildin í Tórshavn. Tað eru Juanna Joensen, Per-Anders Edin og Peter Fredriksson, sum skipa fyri ráðstevnuni.
Tað vera 16 framløgur frá leiðandi arbeiðsmarknaðar granskarum úr Norðurlondum og USA. Høvuðsrøðarin verður Douglas Almond, professari við Columbia University,
Ráðstevnan vendir sær til fólk, sum hava áhuga í búskaparligari gransking ella arbeiðsmarknaði meiri alment. Roknað verður við um 40 luttakandi granskarum á ráðstevnuni. Áhugaði kunnu venda sær til Juannu Joensen í seinasta lagi 29. apríl.
Les meira um ráðstevnuna og fyriskipararnar her
Mynd: "Detroit Industry" hjá Diego Rivera