Ráðstevna: Serfrøðingar borðreiða við íleguinnliti
FarGen verkætlanin bjóðar áhugaðum til ráðstevnuna FarGen Summit 2012 á Hotel Føroyum 23. og 24. september 2012. Tiltakið lýsir høvuðspartar av ílegugransking í dag og hvussu hetta kann brúkast í heilsuverkinum.
Málbólkurin er bæði vanligi borgarin við áhuga fyri økinum og lesandi, granskarar og fólk, sum í sínum starvi onkursvegna koma í samband við íleguøkið. Talan er serliga um stovnar innan heilsuverkið. Ein partur verður harafturat um fiskaílegur, sum er serliga áhugavert fyri stovnar og fyritøkur innan fiski- og alivinnu.
Ráðstevnan verður á enskum.
Tilmelding fer fram við at senda teldupost til bogi@health.fo ella við at ringja á telefon 304705.
Fullfíggjað skrá kann takast niður her