Ráðstevna: orkugoymsla í vatni
"Energilagring i vand - stabilisering og lagring af vindenergi og anden ustabil energi i vandreservoirer i nordiske små samfund", er heitið á spennandi ráðstevnu, sum setir goymslu av vindorku í miðdepilin.
Ráðstevnan verður í Norðurlandahúsinum 28. og 29. september.
Føroyar eru farnar undir eina miðvísa gongd at minka um oljunýtsluna. Hetta krevur ein
munandi vøkstur í elframleiðslu frá varandi orkukeldum. Í Føroyum er í høvuðsheitum
talan um vatn og vind, sum tó í sær sjálvum hava avmarkingar.
Pumpuskipanir, sum knýta vind- og vatnorku saman, kunnu røkka væl út um hesar
avmarkingar.
• Umboð fyri Røkt, Jarðfeingi og SEV halda fyrilestrar um møguleikar fyri tílíkum
pumpuskipanum.
• Serfrøðingar úr hinum norðanlondunum tosa um møguleikar í teirra londum og um
ymiskar tekniskar loysnir.
• Nólsoyar Orkufelag heldur fyrilestur um, hvussu vindorka kann brúkast beinleiðis
til upphiting.
Ráðstevnan vendir sær til til øll, sum hava áhuga fyri orkuspurningum. Fyrireikararnir
ynskja at síggja nógv fólk í Norðurlandahúsinum hesar báðar dagarnar, har møguleikar
verða fyri nýggjum fakligum sambondum og góðum práti.
Ráðstevnan byrjar týsmorgunin 28. september kl. 9.00, tá ið Jóhan Dahl,
landsstýrismaður í vinnumálum, setir stevnuna.
Meiri fæst at vita um skránna og tilmelding á heimasíðunum hjá Nordisk Energiforskning
Høvuðsstuðlar eru Statoil Faroes og NORA.
Eru ivamál, eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við Jarðfeingi, telefon 357000 ella
við telduposti jardfeingi@jardfeingi.fo