Ráðstevna: marin biotøkni
Í døgnum 20. til 25. juni verður ein ráðstevna hildin í Acquafredda di Maratea, Italien, við heitinum Marine Biotechnology: future challenges.
Tey seinastu ára tíggjuni er vísindaliga og politiska landslagið innan marina biotøkni grundleggjandi broytt. Hóast stór framstig innan marina biotøkni, so eru enn stórir møguleikar at troyta og óteljandi avbjóðingar fyri framman. Tí, vil hendan ráðstevnan seta kikarin á nýskapan og framtíðar visiónina innan marina biotøkni í Europa.
Tað er The Marine Board of the European Science Foundation og Cost (European Cooperation in Science and Technology) sum í felag skipa fyri stevnuni.
Les meir her
Seinasti dagur at melda seg til hesa ráðstevnuna er 23. mai