5284e2c7d570729165cc107327953ae1.gif
Skriva út
Lagt út: 21.05.2008

Ráðstevna: Ávirkanin av høgum oljuprísum í Europa

Ein ráðstevna um ávirkanina av høgum oljuprísum á búskapin í Europa verður í Brussel 5. juni 2008.

 

Ráðstevnan viðger spurningin um, hvørja ávirkan høgir oljuprísir hava á búskapin í Europa. Tað er verkætlanin Macro-economic impact of High Oil Price in Europe, stytt HOP, ið skipar fyri skeiðnum.

 

Endamálið við hesari verkætlan er at eftirmeta, hvørja beinleiðis og óbeinleiðis ávirkan hækkandi oljuprísir hava á búskapin í Europa, við serligari áherðslu á orku, flutning og arbeiði.

 

Les meira um ráðstevnuna her.  

 

Les meira um verkætlanina HOP her.