Pure Klipt
Skriva út
Lagt út: 12.10.2022

PURE skrásetir føroyska gransking

175 granskarar eru nú skrásettir í føroysku PURE skipanini, ið savnar, umsitur og vísir útgávur og onnur vísindalig avrik hjá stovnum og granskarum.

PURE skipanin verður brúkt í nógvum londum av universitetum og granskingarstovnum til at lýsa granskingaravrik, vísindalig fokusøki, samstørv o.a. Skipanin verður eisini brúkt at savna og vísa millum annað hagtøl, útgávur, frágreiðingar og støðumetingar.

Í 2020 fóru Fróðskaparsetrið, Landsbókasavnið og Granskingarráðið undir at seta í verk føroyska PURE skipan. Allir granskarar á Fróðskaparsetrinum og granskarar á fleiri øðrum granskingarstovnum eru nú skrásettir í skipanini. Ætlanin er at fáa allar granskingarstovnar í Føroyum at vera við í skipanini.

Atgongd til føroysku PURE skipanina fæst her.