G&M I Mun Til BTU 2022
Skriva út
Lagt út: 28.06.2024

Privatar fyritøkur granska og menna munandi meira

Almennir stovnar og fyritøkur í Føroyum brúka munandi meira til gransking og menning á royndarstigi enn fyri 20 árum síðani. Tað vísa nýggj hagtøl fyri gransking og menning, sum Hagstovan hevur savnað í samstarvi við Granskingarráðið.

Í Føroyum varð í 2022 granskað fyri 376 milliónir kr. Tað svarar til 1,5 prosent av bruttatjóðarúrtøkuni (BTÚ).

Í 2003, tá seinasta kanningin av útreiðslum til gransking og menning varð gjørd, varð granskað og ment fyri 0,9 prosent av BTÚ. Vøksturin er sostatt 0,6 prosent-stig.

Hóast vøksturin eru útreiðslurnar í Føroyum til gransking og menning sum partur av BTÚ lægri enn í hinum Norðanlondunum. Í Danmark eru útreiðslurnar 2,9 prosent, í Íslandi 2,7 prosent, í Noregi 1,6 prosent og í Svøríki 3,4 prosent.

Europaráðið setti í 2000 sum mál, at londini í Europa skuldu brúka 3 prosent av BTÚ til gransking og menning í 2010. Nýggju hagtølini vísa sostatt, at Føroyar enn eru langt frá málinum, sum Europaráðið hevur sett.

Privat feløg størstan vøkstur

Privatu fyritøkurnar standa fyri meira enn tveimum triðingum av útreiðslunum til gransking og menning  í Føroyum. Fyritøkurnar granska fyri 1,1 prosent av BTÚ, meðan almennir stovnar granska fyri 0,4 prosent.

Tað er stór broyting í mun til 2003, tá privatar fyritøkur stóðu fyri 0,2 prosentum av granskingini og almenni geirin fyri 0,7 prosentum.

Meiri enn helmingurin av granskingini og menningini í privata geiranum fer fram í tilfeingisvinnuni, og har er tað alivinnan, ið stendur fyri nærum allar granskingini og menningini.

Framleiðsluvinnan og tænastuvinnan standa fyri ávikavist 7 prosentum og 35 prosentum av útreiðslunum til gransking og menning.  

Europaráðið hevur mælt til, at av teimum 3 prosentunum skal tað privata brúka 2 prosent og tað almenna 1 prosent av BTÚ.

Tvær ferðir so nógv ársverk

Talið á granskarum í Føroyum er meira enn tvífaldað seinastu 20 árini. Í 2022 vórðu tilsamans 276 ársverk innan gransking og menning. Í 2003 vóru 131 ársverk.

Áleið líka nógvar kvinnur og menn eru granskarar, 153 menn og 123 kvinnur. Tó eru fleiri menn teknikarar og vísindalig hjálparfólk.

Enn er langt á mál

Annika Sølvará, stjóri í Granskingarráðnum, fegnast um, at vit nú hava fingið tøl fyri, hvussu nógv føroyska samfelagið brúkar til gransking og menning.

- Vit vita nú, at støðan er betri enn fyri 20 árum síðani, men enn er langt á mál til at røkka teimum 3 prosentunum av BTÚ, ið eisini Ráðið fyri Gransking, Menning og Nýskapan mælir til. Hagtølini vísa, at bæði tað almenna og privata, eiga at gera størri íløgur í gransking og menning, sigur hon.

- Stóra broytingin síðani 2003 er í privata geiranum, sum hevur gjørt eitt risa lop. Tað almenna er hinvegin dragnað, hóast lutfalsliga stórar íløgur eru gjørdar í Fróðskaparssetrið hetta tíðarskeiðið.

- Tølini fyri 2022 vísa, at býtið millum alment og privat í Føroyum er væl nærri málinum hjá Europaráðnum nú enn í 2003.

- Tað er ikki fyrr enn at vit hava hagtøl fyri fleiri ár á rað at við síggja eina greiða gongd, men tølini fyri 2022 samsvara tí, sum granskingarumhvørvið hevur ført fram í fleiri ár: Tað er tørvur á fleiri íløgum – hægri játtan – í gransking og menning, sum vit skulu standa okkum í kappingini við ES-lond um at menna samfelag okkara, sigur Annika Sølvará.


Tøl fyri Føroyar: 
Hagstova Føroya

Tøl fyri onnur lond: Eurostat