Poul Joensen grein í Multiple Sclerosis
Poul Joensen, neuorologur, hevur fingið grein í vísindaliga tíðarritið Multiple Sclerosis. Greinin ber heitið: "Multiple sclerosis: variation of incidence of onset over time in the Faroe Islands".
Greinin var løgd á internetið 26. oktober og kemur við í næstu prentaðu útgávuna av tíðarritinum.
Les samandráttin av greinini her. Tað ber eisini til at fáa atgongd til alla greinina umvegis somu síðu.
Les um Poul Joensen í Heilagrunninum