357bf6289bb40cb0e89e5e10b06c6875.jpg
Skriva út
Lagt út: 06.12.2007

Politiskt lyfti úr Bruxelles stórt frambrot

Fegnast verður um frambrotið fyri Føroyar, sum Løgmansskrivstovan bar frá fundinum hjá Jóannesi Eidesgaardi, løgmanni, við Janez Potocnik, ES kommiser í granskingarmálum, í gjár.

Nú tykist verulig gongd at kunna koma á málið, sum føroyska granskingarumhvørvið setir stórar vónir til.

Næstu mánaðirnar er neyðugt at fáa greitt allar spurningar í sambandi við sáttmálan, sum skal gerast millum Føroyar og ES.

Tvey fólk arbeiða burturav við ES gransking í Granskingarráðnum. Tey fara at gera sín part til at fáa neyðugu avtalurnar uppá pláss sum skjótast.

Meira kann lesast um málið á heimasíðuni hjá Løgmansskrivstovuni: http://www.tinganes.fo/