b50cac617180371e569a49b7730118ad.jpg
Skriva út
Lagt út: 22.01.2015

Plastikk rusk sæst aftur í føðiketuni

Sjúrður Hammer, ph.d.lesandi, hevur skrivað ein blogg á naturallyspeakingpodcast um plastikk rusk, sum hann hevur funnið í skúgvi, sum hann granskar.

Bloggurin hjá Sjúrði er fyrsti í eini røð á hesi síðuni, sum granskarar frá University of Glasgow og aðrastaðni eftir ætlan skulu skriva til.

Rusk í havinum er ein vaksandi trupulleiki, serliga tí nógv av hesum ikki verður niðurbrotið. Víst verður á, hvussu granskarar í fleiri ár hava sæð plastikk aftur í magunum í millum annað havhestum, sum eta plastikk, teir finna flótandi í vatnskorpuni. Tað er serliga netverkið Save the North Sea (SNS) sum hevur gjørt kanningar. Av tí at havhestur er kendur fyri at eta plastikk, sum hann finnur, og at fuglurin er at finna í øllum Norðuratlantshavi, er hann serliga vælegnaður at nýta sum indikator fyri, hvussu umfatandi dálkingin er.

Sjúrður Hammer hevur í sínum kanningum av skúgvi staðfest, at plastikk eisini sæst aftur í hesum fuglaslagnum. Skúgvur etur vanliga ikki úr vatnskorpuni, tí metir Sjúrður Hammer at keldan mest sannlíkt er frá øðrum fuglum, sum skúgvur etur, sum havhesti, lunda og rytu.

At enda verða gjørdar nakrar metingar av avleiðingum av dálkingini, sum sæst í sjófuglinum.

Bloggurin sæst her

Phd.verkætlanin hjá Sjúrði Hammer um skúgv er lutvíst fíggjað úr Granskingargrunninum. Les um verkætlanina í Stuðulsyvirlitinum