Vitanarfrodu Hovd
Skriva út
Lagt út: 17.11.2023

Plakat og faldari til tey Vitanarfróðu

Kanska kenna tit longu Vitanarfróða, maskottin hjá Granskingarráðnum, sum í mong ár hevur hjálpt okkum at forvitnast í mongum vási? Vit hava nú saman við Námi tillagað tilfarið eitt sindur, soleiðis at “tey Vitanarfróðu” nú hjálpa okkum at lýsa læruleiðina. Í sama viðfangi hava vit prentað faldarar og plakatir, sum verða send øllum skúlum í næstum.

Her eru leinki til nýggja faldaran og plakatina, ið lýsa kanningarháttin og læruleiðina, sum tey Vitanarfróðu brúka á kanningarferðum sínum.

Vónandi fáa tit gleði av tilfarinum, sum serliga vendir sær til tey í miðdeild (4.fl. – 7. fl.) og sum er hugsað til at brúka alt skúlaárið í vanliga arbeiðinum.

Sjálvandi kunnu bæði yngri og eldri eisini brúka tilfarið.

Eina ferð um árið ber til at luttaka í kappingini “Ársins Vitanarfróðu”. Freist í 2024 er 10. mai.

Lesið meira í faldaranum ella á heimasíðu okkara, har eisini annað tilfar um læruleiðina kann takast niður: gransking.fo/vitanarfrodu

Stutt um kanningarháttin

Kanningarhátturin hjá teimum Vitanarfróðu leggur upp til at undrast, kanna, spyrja, granska, forvitnast og fortelja um eitt evni, sum tú/tit sjálvi velja. Øll kunnu brúka hendan kanningarhátt, bæði børn og vaksin. Hann riggar sera væl til bólkaarbeiði, til dømis í einum skúlaflokki.

Leisturin hevur 6 ymisk stig, har tit sum tað allarfyrsta velja eitt gott og forvitnisligt evni, gjarna tvørfakliga, sum tit ynskja at kanna nærri. Hetta kunnu tit gera sum flokkur ella í smærri bólkum.

Góðan arbeiðshug og forvitni.