c44acc4a1c2eca52fb03c6514e90affe.jpg
Skriva út
Lagt út: 23.11.2011

Ph.D.lesandi í Boston á starvsvitjan

Í sambandi við Ph.D. verkætlan um veikan bindivevnað hevur Ása Jacobsen verið á starvsvitjan á Boston University í skjótt 12 vikur. Hon starvast dagliga á Fiskaaling og er innskrivað til Ph.D.lestur á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum.

Verkætlanin hevur til endamáls at kannað innihald, struktur og ávirkan av trimum komponentum í muskul bindivevnaðinum í fiski í sambandi við gaping.

Ein av hesum komponentum eru glycosaminoglykanir (GAGs), ið ætlanin var at kannað við massaspektrometri. Náttúruvísindadeildin á Fróðskaparsetrinum hevur keypt eitt tílíkt tól fyri stuttum, men eingin her á landi hevur áður gjørt kanningar av GAGs ella líknandi komponentum og tískil var neyðugt at fáa hendan kunnleika aðrastaðni,

Á Boston University í USA er ein deild, ið hevur serkunnleika á hesum øki, og ein av leiðandi professarunum á deildini bjóðaði Ásu Jacobsen at koma á starvsvitjan. Lagt bleiv upp til at gera eina fullfíggjaði kanning av laksaprøvum fingnir til vega frá Hiddenfjord. Soleiðis kundu GAGs kanningarnar av laksi gerast samstundis sum sera týdningarmikil vitan var fingin um tílíkt arbeiði.

Starvsvitjanin er av 25. novembur og frá Fiskaaling verður sagt, at meira fæst at vita um úrtøkuna av hesi vitjan í næstu Alitíðindum, sum kemur út í desembur.

Verkætlanin hjá Ásu Jacobsen verður partvís stuðlað úr Granskingargrunninum. Les meria um verkætlanina í Stuðulsyvirlitinum og um Ásu Jacobsen í Heilagrunninum