Ph.d.-skeið: Memory and Forgetting - Imagological and Postcolonial Perspectives
23. november verður skipað fyri einum spennandi Ph.d.-skeiði, ráðstevnu og framsýning við heitinum "Memory and Forgetting - Imagological and Postcolonial Perspectives" .
Seminarið er serliga um føroyska og norðuratlanska minnismentan og er á Institut for Kunst og Kulturvidenskab á univeristetinum í Keypmannahavn tann 23. november 2010.
Skeiðið er opið fyri øll og er ókeypis. Áhugaði og granskaralesandi kunnu melda seg til áðrenn tiltakið verður. Onnur kunnu eisini siga frá, at tey koma á við at senda ein teldupost til: kimsimon[kurla]ruc.dk
Tiltakið er samskipað av Kim Simonsen, Roskilde Universitet og Ann-Sofie Nielsen Gremaud, Københavns Universitet. Ole Wich hevur ábyrgd av framsýningini.
Stuðlað hava Dansk-Færøsk Kulturfond.
Les faldara um tiltakið her