5ab23a9403dce1adf2b8355602e1fb8e.jpg
Skriva út
Lagt út: 21.09.2014

Ph.d ritgerð um støðu Føroya og Grønlands til ES

Fríggjadagin 26. september fer týski ph.d.studenturin Christian Rebhan at verja ph.d.ritgerð sína um støðu Føroya og Grønlands til ES. Verjan verður á Háskúla Íslands kl. 15.
 
Ritgerðin kallast “North Atlantic Euroscepticism – The rejection of EU membership in the Faroe Islands and Greenland.” Høvuðsniðurstøðan í ritgerðini er, at Føroyar og Grønland løgdu størri dent á nationalt ræði á týdningarmiklasta tilfeingið enn á fíggjarligu fyrimunirnar við ES limaskapi.

Christian Rebhan hevur verið innskrivaður á Háskúla Íslands og á Humboldt Universitetinum í Berlin. Vegleiðarar hava verið Baldur Thorhallsson, professari á Háskúla Íslands, og Bernd Henningsen, professari á Humboldt Universitetinum. Opponentarnir til verjuna verða Rasmus Gjedssø Berthelsen, lektari við Ålborg Universitet og Gestur Hovgaard, lektari á Fróðskaparsetri Føroya.

Les tíðindaskriv um ritgerðina í The Arctic Journal