Ph.d. loysir seg
Fólk við Ph.D.útbúgving forvinna meira enn onnur við longum útbúgvingum, og fyritøkur, sum hava Ph.D. útbúgvin starvsfólk, hava hægri arbeiðsframleidni.
Hetta vísir ein nýggj donsk frágreiðing frá Centre for Economic and Business Research á CBS, sum er gjørd fyri Ministeriet for Forskning, Innovation og Videregående uddannelse.
Í frágreiðingini "Ansættelse af ph.d.er og produktivitet" verða setanir av Ph.D.útbúnum samanbornar við framleidni í donskum fyritøkum seinastu 10 árini.
Ph.D. útbúgvin við høvuðsstarvi í privatum fyritøkum forvinna í meðal 10% meira enn tey, sum hava langar víðarigangandi útbúgvingar. Fyritøkur við í minsta lagi einum Ph.D. útbúnum í starvi, hava í meðal 30% hægri arbeiðsframleidni, fyri smáar fyritøkur er hetta talið tó bert 11% hægri.
Útbúgvingarmálaráðharrin Morten Østergaard vísir við niðurstøðunum í frágreiðingini aftur, at tað verða útbúgvin ov nógvir Ph.D.arar í løtuni. Hann metir, at tað beinleiðis loysir seg hjá fyritøkum at seta Ph.D útbúgvin í starv.
Men hetta seinna sigur frágreiðingin ikki nakað um, sigur Johan Moritz Kuhn, sum er seniorgreinari á CEBR og er tann ,sum hevur skrivað størsta partin av frágreiðingini.
”Frágreiðingin staðfestir, at fyritøkur, sum seta Ph.D. útbúgvin í starv, eisini hava eitt høgt arbeiðsframleidni. Men hon vísir ikki ein beinleiðis samanhang, so tað er neyðugt at vera eitt sindur varin við at gera ov avgjørdar niðurstøður,” sigur Johan Moritz Kuhn við Information.
Fólkatingið fer í vár undir at meta um, hvørt tað skal leingja satsingina uppá Ph.D. størv, sum farið varð undir fyri nøkrum árum síðani, og sum hevur tvifaldað Ph.D. størvini uppá 8 ár.
Les frágreiðingina her: www.fi.dk/publikationer/2012/ansaettelse-af-phder-og-produktivitet