Ph.d-cup 2013 setir fokus á góða miðling
Eitt er at duga væl granska, eitt annað at greiða klárt og hugvekjandi frá granskingarevninum. Tað er ikki altíð, at hetta hongur saman. Í Danmark skipa miðlar og universitetini fyri eini ph.d.-cup, har besta miðlingin av góðari gransking verður heiðrað.
Umhvørvisvinarligt stríð ímóti ókrúti, tónleika-terapi fyri trongdar familjur, styrki hjá ov prúðum ungum fólki, samfelagsábyrgd hjá fyritøkum, ung kriminell, sálarlig viðgerð, flutningurin av eggjahvítaevni í heilakyknum og árin á tosk frá veðurlagsbroytingum og fiskiskapi.
Hetta er í stuttum evnini í 8 ph.d. verkætlanum, ið eru kosin at gerast finalistar í ph.d.kappingini, sum DR, Information, tey donsku universitetini og Lundbeckgrunnurin skipa fyri.
Teir 8 vinnararnir hava hvør í sinum lagi víst, at tey duga serliga væl at greiða frá, hvat teirra gransking snýr seg um, og hví granskingin er týdningarmikil fyri okkum sum einstaklingar og sum samfelag.
Luttakararnir hava síðani í januar havt møguleika at luttikið í einum serligum miðlaskúla. Her hava granskararnir hoyrt nógv um tað at greiða frá gransking fyri fólki, sum ikki hava serliga fortreytir fyri at skilja, hvat granskingin snýr seg um. Teir 8 finalistarnir hava eisini fingið serstaka venjing í at bera seg fram framman fyri skíggjan.
Endabresturin á kappingini verður tann 14. mai, tá luttakararnir heilt stutt skulu greiða frá um teirra gransking beinleiðis á leikpalli. Møguleiki verður at fylgja við, tá vinnarin verður funnin, tí DR2 sendir frá tiltakinum um kvøldið tann 19. mai.
Á heimasíðuni hjá DR, Danskernes Akademi, kanst tú hoyra og síggja stuttar framløgur um teirra gransking.
Kappingin er við til at seta fokus á gransking, miðling og samstarvið millum granskarar og miðlarnar.
Les meira um ph.d. kappingina her: http://www.dr.dk/DR2/Danskernes+akademi/Ph.d._Cup_2013/ph_d_cup2013_1