e727815014a96b006b5541f04264eecc.jpg
Skriva út
Lagt út: 29.01.2015

Petra Petersen vart ph.d. við University of Stirling

Mikudagin 28. januar vardi Petra Petersen ph.D. ritgerð sína um ílegukanningar av toski við University of Stirling í Skotlandi. Ritgerðin hevur heitið “An investigation of genetic and reproductive differences between Faroe Plateau and Faroe Bank cod (Gadus morhua L.)”.

Dr. John B. Taggart, University of Stirling, hevur verið høvuðsvegleiðari. Hinir vegleiðararnir hava verið Dr. David J. Penman, University of Stirling, Dr. Geir Dahle, Havforskningsinstituttet í Bergen, og Dr. Øystein Patursson, Fiskaaling.

Opponentar við verjuna vóru Prof. Gary R. Carvalho, Bangor University, og Prof. Brendan McAndrew, University of Stirling.

Verjan var ikki almenn, men gekk fyri seg á tann hátt, at opponentarnir (í høvuðsheitum tann eksterni) spurdu Petru ymiskar spurningar um evnini, sum verða viðgjørd í ritgerðini. Opponentarnir mæltu síðani til, at ph.d. heitið skuldi latast Petru. Einans smávegis rættingar skulu gerast, áðrenn ritgerðin verður formliga góðkend.

Høvuðsendamálið við ph.d. verkætlanini var at kanna møguligar arvaligar munir millum landgruns- og bankatosk í dýpdina. Ymisk sløg av ílegukanningum vóru nýtt til endamálið og eisini varð hugt at, um munur var á nøringsstrategium millum landgruns- og bankatosk. Í ritgerðini verður nógv ymiskt próvtilfar lagt fram, sum vísir, at landgruns- og bankatoskur eru tveir arvaliga (genetiskt) ymiskir stovnar. Eisini kann nevnast, at nýggir ílegumarkørar vóru mentir, sum kunnu skilja ímillum sýni av landgruns- og bankatoski.

Verkætlanin varð gjørd á Fiskaaling í samstarvi við University of Stirling og fíggjað av Granskingarráðnum og Fiskaaling.

Fleiri granskingarstovnar hava veitt vegleiðing og/ella útgerð í sambandi við verkætlanina: Havstovan, Náttúruvísindadeildin á Fróðskaparsetrinum, Ílegusavnið, iNOVA, Nofima (Noregi), Havforskningsinstituttet (Noregi) og Edinburgh Genomics Group á University of Edinburgh í Skotlandi.

Les meira um verkællanina í Stuðulsyvirlitinum