Pauli Fríðheim Petersen vart ph.d. á DTU Elektro
Hósdagin 9. november vardi Pauli Fríðheim Petersen ph.d.-ritgerð sína á Institut for Elektroteknologi á DTU. Ritgerðin kallast: “Early Warning of Cascading Outages in Electric Power Systems”
Vegleiðarar hava verið Arne Hejde Nielsen, lektari, og Hjörtur Jóhannsson, seniorráðgevi, báðir á Institut for Elektroteknologi á DTU.
Í metingarnevndini vóru
Qiuwei Wu, lektari á Institut for Elektroteknologi á DTU
Vladimir Terzija, professari á University of Manchester, UK
Sami Petteri Repo, professari á Tampere University of Technology, Finland
Guangya Yang, lektari á Institut for Elektroteknologi á DTU var formaður fyri verjuna
Les um Paula F. Petersen í Heilagrunninum