Pál Weihe Heiður Italia
Skriva út
Lagt út: 28.10.2019

Pál Weihe heiðraður við serligu heiðursgávu Ramazzinis fyri 2019

Leygardagin varð Pál Weihe, professari, heiðraður við serligu virðisløn Collegium Ramazzinis í býnum Carpi við Bologna í Italia

Bernardino Ramazzini (1633-1714) var lækni og er kendur fyri lærubók sína ”De Morbis Artificum Diatriba”, sum er lærubók um sjúkur elvdar av arbeiðsumhvørvinum. Hann er roknaður at vera faðir til arbeiðs- og umhvørvislæknafrøðina. Eitt vísindafelag ber navn hansara, Collegium Ramazzini og limir tess eru  framúrskarandi granskarar úr øllum heiminum.

Á ársfundinum í ár valdi Collegium Ramazzini at heiðra Pál Weihe við eini serligari virðisløn við grundgevingini: ”Pál Weihe er lækni og aktivistur,  ein nútímans fylgjari av hugsjónum Bernardino Ramazzinis. Tað er ein stórur heiður at veita honum serligu heiðursgávu Ramazzinis fyri 2019”.

Forseti felagsins Philip Landrigan, professari handaði Páli heiðursbrævið á samkomu á ráðhúsinum í Carpi, har borgarstjórin var vertur.

Á heimasíðuni collegiumramazzini.org er kunning um vísindafelagið og yvirlit yvir heiðurslønarmóttakarar.