Ovurviðkvæmi kann mótvirka ávís sløg av krabbamein
Nógvir føroyingar eru ovurviðkvæmir ella kenna onkran, ið er ovurviðkvæmur. Ovurviðkvæmi kann fylla nógv í dagligdegnum hjá teimum, ið stríðast við hesa sjúku.
Men okkurt er nokk í gamla orðatakinum, at einki er so ringt, at tað ikki er gott fyri okkurt, tí nú vísir nýggj donsk gransking á, at tað kann verða ein fyrimunur at vera ovurviðkvæmur fyri nikkel og luktilsi.
Nýggj donsk gransking gevur ábendingar um, at ovurviðkvæmi ávirkar immunverjuna, so hon stendur seg betur ímóti kyknubroytingum, ið kunnu elva til krabbamein.
Kontaktallergi – tað vil siga ovurviðkvæmi, har kroppurin ávirkast av samband við eitt nú smyrsl – tykist at hava eina jaliga ávirkan á menningina av krabbamein.
Tað vísir ein sonevnd yvirlitskanning við dátu frá 17.000 fólkum. Kanningin er tann fyrsta av sínum slag.
Granskarar frá ”videncenter for allergi” á Gentofte sjúkrahúsið við Kåre Engkilde sum granskingarleiðara hava staðið fyri hesi nýggi kanningini.
Við at savna saman dátu um ”kontaktallergi” frá 17.000 sjúklingum, sum hava verið til eina sonevnda ’lappetest’ á Gentofte sjúkrahús í tíðarskeiðnum 1984 til 2008, og samanbera við dátur frá donsku krabbameinsskránni, er eydnast granskararnum at vísa á, at fólk við kontaktallergi mest sannlíkt eru í minni vanda fyri at fáa fýra ymisk sløg av krabba, millum hesi krabbasløg er bróstkrabbi og húðkrabbi, ið ikki stendst av móðurmerki.
»Okkara kanningar tykjast at váttað gamla ástøði, ið nevnist immunosurveillance-ástøðið. Hetta ástøði byggir á, at immunverjan hjá fólkum við ovurviðkvæmi altíð er á varhaldi og klár til at stríðast, eisini ímóti óvanligari kyknudeiling, ið kann elva til krabbamein, sigur Kåre Engkilde.
Immunverjan hjá hjá persóni, ið er ovurviðkvæmur, er rætt og slætt betur fyri til at arbeiða ímóti byrjandi tekin til krabbamein.
Trupult at gera greiða niðurstøðu
Sambært Kåre Engkilde eru tað bert nakrar einkultar granskingarkanningar framdar, ið minna um kanningina hjá honum og hansara starvsfelagum.
Ein av hesum granskingarkanningum er svensk, og vísir hon á somu leið sum umtalaða granskingarkanningin hjá Kåre Engkilde og starvsfelagum hansara.
Dáturnar í svensku granskingar-kanningunum eru sjálvfrágreiðandi og tí óvissar, har í móti eru dáturnar í donsku granskingarkanningunum sera væl undirbygdar.
»Tú skalt altíð hava fyrivarni við yvirlitskanningum, men vit hava víst á rættuliga sterkar og týðandi samanhangir, og tað bendir á, at okkara niðurstøða er sonn,« sigur Kåre Engkilde, granskarleiðari.
Tú skalt tó hava í huga, at ein yvirlitskanning ikki sigur nakað um orsøkssamanhangin, og Kåre Engkilde undirstrikar, at tað er sera torført at koma við eini niðurstøðu, tá talan er um so nýggja gransking, tí tú kanst ikki samanbera tíni úrslit við aðra gransking.
»Nakrar einkultar granskingar eru gjørdar, ið minna um okkara, men eingin gransking er gjørd, ið er eins og okkara gransking,« sigur Kåre Engkilde.
Meira bløðrukrabbi, minni heilakrabbi
Tað er í stóran mun grundgransking, ið Kåre Engkilde og starvsfelagar hansara hava framt.
Granskararnir vilja tó fegin arbeiða víðari og gera meira konkreta gransking.
»Tað eru fleiri vinklar, ið kunnu verða áhugaverdir. Ein av hesum er at hyggja at ”kontaktallergi” sum eina sjúku: Hvat vil tað siga at hava ”kontaktallergi”, hvat hendir í kroppinum? Hetta vita vit ikki so nógv um, tí vanliga verður ”kontaktallergi” fatað sum ein húðsjúka og ikki sum nakað, ið ávirkar allan kroppin, sum tað í veruleikanum ger,« sigur Kåre Engkilde.
»Ein annar áhugaverdur vinkul er, at vit í okkara granskingarkanning hava funnið munandi øktan vanda fyri at fáa bløðrukrabba hjá fólkum við ”kontaktallergi”. Illgruni er um, at tað hongur saman við útskiljingini av krabbaelvandi týðningarframleiðsluni frá teimum evnunum, ið framkalla ovurviðkvæmi, og hetta eiga vit at kanna nærri, « sigur Kåre Engkilde.
Kelda: videnskab.dk